Tá tú fer undir útbúgving
Góð ráð at leggja tær í geyma, tá ið tú skalt undir útbúgving
- Ger eina fíggjarætlan
Nú tú skalt standa á egnum beinum, kann verða trupult at halda stýr á fíggjarviðurskiftunum. Netbankin er eitt hent amboð til bæði at gera fíggjarætlan og fáa eitt nýtsluyvirlit. Onnur hent amboð eru at fáa eina FíggjarKonto og at nýta Gjaldsskipanina at stovna sjálvvirkandi gjaldsavtalur..
- Spar saman
Um tú leggur eitt sindur av peningi til síðis hvønn mánað, kanst tú spara saman til eitthvørt, ið tú hevur hug til
- Fá tær eitt lestrarstarv
Hóast tú fært studning, tá ið tú ert lesandi, er eitt lestrarstarv ein møguleiki at tjena nøkur eyka oyru afturat. Legg tó til merkis, at eitt loft er á, hvussu høg inntøkan kann vera afturat studninginum uttan at ávirka hann
- Set teg í samband við Altjóða skrivstovuna (ASK)
Altjóða skrivstovan vegleiðir og svarar spurningum viðvíkjandi lesnaði í Føroyum og uttanlands
- Njót lestrartíðina!
Hóast tað til tíðir er strævið at vera lesandi, so er eisini umráðandi at njóta tíðina og stuttleika sær.
Hevur tú tørv á vegleiðing?
Vit hjálpa tær fegin við spurningum. Ring ella send okkum ein teldupost.
Ofta settir spurningar/OSS
Eg havi ikki greiðu á mínum fíggjarviðurskiftum, hvat skal eg gera?
Kom og práta við okkum, so vit fáa hjálpt tær. Eisini er snilt at at fáa sær eitt fíggjarark fyri at fáa yvirlit yvir fíggjarstøðuna. Hetta kann gerast í Netbankanum á teldu ella vit hjálpa tær við tí.
Studningurin røkkur ikki, hvørjar møguleikar havi eg?
Tú hevur møguleika at fáa antin eitt LestrarLán ella Fokuslán frá okkum. Eisini veitir Studni lestrarlán. Eitt lestrarstarv kann vera eitt gott íkast afturat studninginum.
Kann eg hava NemKonto í føroyskum peningastovni?
Ja, tað kanst tú gott, men tó er neyðugt at hava danskt CPR-nummar áðrenn. Set teg í samband við okkum, tá ið tú hevur fingið hetta og vit stovna tær eina NemKonto.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum. Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Søren L. Bruhn 50 ár
3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Seg teg í samband við okkum