Tørv á bili
Tá tú hyggur eftir hvønn bil tú skalt keypa, er týdningarmikiðat hugsa um vektgjaldið - jú størri bil tú keypir, jú størri vektgjald skalt tú gjalda til Akstovuna.
Somuleiðis er týdningarmikið at hyggja eftir, hvussu nógv bilurin koyrir pr. liturin av brennievni, tí hetta ávirkar teg fíggjarliga og umhvørvi.
Men mest umráðandi er, at tú hugsar um hvat nøktar tín tørv og títt fíggarliga rásarúm.
Fígging til nýggjan bil
Um tú keypir nýggjan bil og ynskir fígging frá okkum, so ynskja vit helst at tú hevur 25% eginfígging.
Vit veita fígging upp til 7 ár við 1. veðrætti í bilinum, og vit krevja at bilurin er kaskotryggjaður.
Fígging til brúktan bil
Keypir tú ein brúktan bil, eigur tú at tryggja tær, at eingin skuld er tinglýst í bilinum frammanundan.
Skilagott er at gera eina bankaflyting, so at tú hevur váttan uppá keypsupphæddina.
Á breddanum

Nýtt starvsfólk á fyrisitingini
Dánjal Godtfred byrjar á fyrisitingini 2. februar 2026.

Freistir fyri flytingar áðrenn jól og nýggjár 2025
Her síggjast freistir fyri flytingar, um tær skulu vera móttakara í hendi áðrenn jól og nýggjár

Suðuroyar Sparikassi og FC Suðuroy longt stuðulssamstarvið
Suðulssamstarvið við FC Suðuroy heldur fram komandi 3 árini.

Suðuroyar Sparikassi og VB gjørt stuðulsavtalu
Suðuroyar Sparikassi fer komandi 4 árini at stuðla ungdómsdeildini hjá VB.
Seg teg í samband við okkum
