Umhvørvislán
Umhvørvi merkir náttúra og umhvørvi merkir samfelag. Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja at taka eitt tak fyri bæði umhvørvið og samfelagið.
Fyri at vit kunnu lata komandi ættarliði jørðina og umhvørvið so óskalaði sum gjørligt, er neyðugt at vit tálma dálkingini. Øll kunnu vera við til at taka eitt tak fyri umhvørvið og samfelagið sum heild í felag. Fyri at hjálpa kundum okkara at minka um ávirkanina á umhvørvið, bjóða vit Umhvørvislán. Við einum av okkara Umhvørvislánum rakar tú tveir fulgar við einum skoti: Tú gert okkurt munagott fyri umhvørvið og harvið fyri samfelagið sum heild. Tað snýr seg tó ikki einans um at gera nakað gott fyri umhvørvið, tí hóast tú ger nakað fyri at minka um ávirkanina á umhvørvið við einum Umhvørvisláni, so gera varandi orkukeldur eisini, at tú minkar um egnar orkuútreiðslur. Tí er sannlíkt við einum Umhvørvisláni, at framtíðar útreiðslurnar fara at minka.
Umframt at veita bústaðarfígging og annað slag av fígging sum liður í at vera ein peningastovnur, so stuðlar Suðuroyar Sparikassa eisini ítróttarfeløgum og verkætlanum í lokalumhvørvunum, har vit virka.
Á breddanum

Kursrætting ísv. gjaldskortnýtslu uttanlands 21-25. juli
Sært tú eina bóking á tínum kontuavriti, ið eitur “Kursrætting sí ss.fo/tidindi”, er tað tí, at tú hevur brúkt gjaldskort títt uttanlands ella á útlendskari heimasíðu dagarnar millum 21. juli og 25. juli.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú freistirnar fyri flytingar, um tær skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn

Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og broytingarnar koma í gildi 15. juli 2025.