Tíðin á arbeiðsmarknaðinum liðug
Árini ganga skjótt og áðrenn tú veitst av, hevur tú rokkið eftirlønaraldri.
Tá ið tú gevst at arbeiða og eftirlønartilveran byrjar, byrjar en nýggj tíð við størri frælsi og tíð í gerandisdegnum. Men hevur tú fyrireikað teg til henda partin av lívinum? Og hvussu við tí fíggjarliga? Summi siga ja, onnur ivast og tað vísir seg, at tey flestu als ikki gáa um spurningin. Hesum kunnu vit hjálpa tær við at fáa greiðu á.
Ásetingar um útgjald eru ásettar í Eftirlønarlógini (LI. nr. 49 frá 14. mai 2013)
Tað finnast trý sløg av eftirløn í Føroyum, sum tú kann lesa meira um í rulligardinunum niðanfyri.
Alt eftir, hvussu nógv tú hevur spart saman, eru lógarásettar reglur fyri, hvussu eftirlønin verður útgoldin.
Fyri eftirlønarskattaskipanir fyri 1. januar 2014 er galdandi, at:
Pensjónsinngjøld fyri 1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattaði við útgjald - Kapitalpensjón við 35 % og Lutapensjón sum A-inntøka.
Pensjónsinngjøld eftir 1. januar 2012. Her verða pensjónsútgjøldini skattaði við 40% við inngjald og eru skattafrí við útgjald.
Uppspard eftirløn frá og við 1. januar 2014 kann bert útgjaldast, tá ið kundin verður 67 ár og við støði í eini samlaðari útgjaldsavtalu, sum TAKS hevur góðkent. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá TAKS.
Sí heimasíðuna hjá TAKS fyri nærri kunning um eftirlønarviðurskifti.
Tey trý sløgini av eftirløn
Lutaeftirløn
Meginreglan er, at lutaeftirløn kann útgjaldast frá 60 ára aldri. Tú fær samansparda peningin útgoldnan árliga í minst 10 ár. Tá øll samansparingin er útgoldin, steðga útgjøldini.
GG: Er samlaða uppsparda eftirlønin sum Lutaeftirløn í 2012 og 2013 lægri enn 150.000 kr, kann Lutaeftirløn útgjaldast við 1.500 kr/mðr.
Útgjald av Lutaeftirløn uppspard í 2012 og 2013 verður útgoldin sum forvunnin upphædd, og verður tí ikki mótroknað í møguligum almannaveitingum.
Luta- og kapitaleftirlønir í 2012 og 2013 kunnu leggjast saman við eftirlønaruppsparingini eftir 1. januar 2014.
Lívrenta
Lívrenta gevur rætt til útgjald, so leingi tú livir. Støddin á útgjaldinum er grundað á samansparda peningin og ein miðalrestlivialdur.
Kapitaleftirløn
Við kapitalpensjón fært tú samansparing og renturnar av henni útgoldnar í einum - tó í fyrsta lagi, tá tú verður 60 ár. Sum nevnt omanfyri eru aðrar reglur galdandi fyri pensjónir, ið eru spardar saman áðrenn 2014.
GG: Kapital- og Lutaeftirlønir í 2012 og 2013 kunnu leggjast saman við eftirlønaruppsparingini eftir 1. januar 2014.
Tá fólkapensjónin nærkast
Tá fólkapensjónin nærkast er umráðandi at minnast til, at tú sjálv/ur hevur ábygdina av at søkja um fólkapensjón
Tryggingar
Í Suðuroyar Sparikassa hevur tú nógvar møguleikar at tryggja fíggjarligu framtíðina, um tú brádliga verður sjúk/-ur ella skuldi doyð.
Vit bjóða hesi sløg av tryggingum:
Kjarnutrygging, Restskuldatrygging og Viðskiftafólkatrygging - ið allar eru lívstryggingar, og Bráðsjúkutrygging.
Legg til merkis, at tað er ikki ein treyt at hava bústaðarlán hjá okkum, fyri at tekna Kjarnutrygging ella Viðskiftafólkatrygging í Suðuroyar Sparikassa.
Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Betri Pensjón um hesar tryggingarnar.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll
Seg teg í samband við okkum