Gjaldskort
Vit bjóða kundum okkara fleiri ymisk sløg av kortum. Tí er skilagott at lesa um ymsu hentleikarnar kortini hava, soleiðis at tú sært, hvat kort hóskar best til tín. Tað ber til at hava fleiri ymisk kort knýtt at somu kontu.
Tvey kort geva tryggleika
Tað eru góð hyggjuráð at hava tvey ymisk kort - serliga tá ið tú skalt ferðast, men eisini í gerandisdegnum. Kortið kann brotna, verða stolið, blíva burtur ella kanska nøktar nýtsluhámarkið ikki tín tørv.
Keyp trygt á netinum
Fyri at keypa við korti á netinum, er neyðugt at hava 3D Secure.
Síðani 12. februar 2024
skalt tú umframt at nýta SMS-einnýtisloynitalið nýta eitt persónligt loyniorð fyri at kunna keypa á netinum. Hetta er fyri at økja um trygdina við keypi á netinum. Les meira her.
Kontaktleys gjalding
Til ber at gjalda við korti við at halda kortinum ímóti terminalinum og ikki er neyðugt at nýta flísina (chip). Kontaktleys gjalding kann brúkast til at gjalda upphæddir upp til 225 kr. Er upphæddin hægri, mást tú seta flísina í og nýta PIN-kotu. Tú kanst keypa fyri 700 kr, áðrenn tú aftur verður biðin um at nýta PIN-kotu.
PIN-kota til kort sæst í Netbankanum
Í nýggja Netbankanum ber til at síggja PIN-kotuna til gjaldskortið. Harumframt verður nýggj PIN-kota sjónlig í Netbankanum og verður ikki send í brævi. Les meira her
Góð ráð um gjalds- og kredittkort
Egna mynd
Við at nýta egna mynd kanst tú gera kortið meira persónligt. Tú kanst velja eina mynd úr okkara myndasavni ella eina úr tínum egna savni - av makanum, børnunum, bilinum, yndisstaðni, ella onkrum heilt øðrum - møguleikin er tín. Sí treytirnar, ið skulu lúkast, í leinkinum.
Ring beinanvegin til okkara ella Nets og sperra kortið, um tú fær misstanka um nakað óvanligt
Vit svara gerandisdagar millum 9.30 og 16. Nets svarar alt samdøgrið
Ofta settir spurningar (OSS)
Hvat er nýtsluhámarkið uttanlands?
Sí hámørkini á leinkjuni ovast á síðuni.
Visa/Dankort hevur eitt nýtsluhámark á dkr. 25.000 pr. leypandi 14 dagar í útlendskum valuta.
MasterCard Debitt kortsløgini hava í mun til Visa/Dankort hægri nýtsluhámark. Tað er ymiskt frá kortslagi til kortslag, hvussu høgt hámarkið er: úr 2.000 dkr. upp í 10.000 dkr. Sí nærri kunning undir Mastercard kortunum.
Hvat kort krevst í sambandi við bilaleigu uttanlands?
Tað vísir seg, at bilaútleigarar ofta krevja, at kredittkort verða nýtt, tá ið ein skal leiga bil.
Kann Suðuroyar Sparikassi upplýsa loyniorðið til kortið?
Nei, Suðuroyar Sparikassi kennir ikki títt loyniorð og tað finst ikki í skipan okkara.
Legg eisini til merkis, at tú ongantíð skal upplýsa okkum títt loyniorð, tí tað er einans tú, ið eigur at kenna loyniorðið.
Sperra kortið, um tú fær illgruna um, at onkur missnýtir tað
Um so er, so eigur tú at sperra kortið beinanvegin. Eisini um kortið er burtur ella sperrað.
Kortið kann sperrast í Netbankanum (bæði app og teldu/teldli) ella við at ringja til
Suðuroyar Sparikassa á telefon 35 98 70 millum kl. 9.30-16.00 gerandisdagar,
ella
Nets í Danmark á telefon +45 44 89 29 29 (VISA/Dankort),
+45 44 89 27 50 (Mastercard).
Nets svarar alt samdøgið alt árið.
Upplýsast skal p-tal, navn og bústaður eigarans, kortnummar ella kontunummar hjá kortinum og navnið á peningastovninum.
Minst til at bíleggja nýtt kort beinanvegin.
Hvørji eru hámørkini fyri dagliga úttøku í sjálvtøku?
Ymisku kortsløgini hava ymisk hámørk. Les um tey her.
Kortið er vorðið missnýtt - kann eg fáa peningin aftur?
Nær eru sjálvtøkurnar tøkar?
Sjálvtøkurnar eru opnar alt døgnið allar dagar í vikuni. Tó eru tær óvirknar, tá dagføringar eru:
- Hvørja nátt kl. 02.00 í uml. 10 minuttir.
- Náttina til mánadag frá uml. kl. 02.00 í 30 minuttir.
- Náttina til 2. sunnudag í hvørjum mánaða kl. 01.00-05.00.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll