VISA/Dankort
VISA/Dankort er eitt altjóða gjaldskort og kann nýtast kring allan heim - í sum gjaldskort eins og í sjálvtøkum. Tá ið kortið verður nýtt, verður keypsupphæddin beinanvegin skuldskrivað á kontu tínari.
Kortið hevur eins og onnur gjaldskort eina persónliga PIN-kotu. Kortið hevur harumframt nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í terminalin.
Galdandi fyri VISA/Dankort er, at tú í mesta lagi kanst taka út kr. 5.000 um samdøgrið í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa í upplatingartíðunum, og kr. 2.000 um samdøgrið uttanfyri upplatingartíðirnar. Mest loyvda upphædd, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá øðrum peningastovnum, er kr. 2.000 um samdøgrið. Saldueftirlit er á kontuni, tá ið kortið verður brúkt í sjálvtøkum hjá Suðuroyar Sparikassa.
Tú skalt verða 18 ár fyri at fáa eitt VISA/Dankort og skalt hava konto í Suðuroyar Sparikassa. Tað er ókeypis at stovna VISA/Dankort, men tú rindar eitt árligt gjald fyri tað.

Uttanfyri Føroyar, Danmark og Grønland hevur tú møguleika at taka pening út og/ella nýta upp til í alt kr. 25.000 fyri hvørjar leypandi 14 dagar.