Ger kortið virkið

Tá tú hevur móttikið eitt VISA/Dankort ella eitt Mastercard, er tað sera týdningarmikið, at tú gert kortið virkið beinanvegin.

 

Soleiðis gert tú títt kort virkið

  • - Í Suðuroyar Sparikassa hava allir kundar eitt kundanummar. Vinaliga finn títt persónliga kundanummar, ið tú finnur á tínum kontuavritum. Kontuavrit síggjast undir Samskifti, skjalagoymsla í Netbankanum. Á  netbankin sum app finnir tú kundanummarið undir uppseting.
  • - Ring til Nets á tel 0045 44897350.
  • - Trýst kortnummarið , enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
  • - Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er null og síðan fýra tey síðstu tølini í tínum persónliga kundanummari.
  • - Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".
    - Nú kann kortið nýtast í sjálvtøkum, handlum og á internetinum.
  • - Legg til merkis, at neyðugt er at seta kortið í terminalin fyrstu ferð, tú nýtir kortið fyri at virkja kontaktleysa gjalding.

    Tú er sjálvandi eisini vælkomin inn á deildirnar ella at ringja til okkara, so hjálpa vit tær fegin við at virkja kortið.