3D Secure - trygt keyp á netinum
Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, verður tú ofta biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri Verified by Visa, MasterCard ID Check og Dankort Secured by Nets.
Í januar 2021 komu í gildi reglar, ið ásettu, at allir handlar í ES skulu nýta 3D Secure. Hetta er til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum.
Um kundi er tilmeldaður 3D Secure og verður avvístur, skal viðkomandi seta seg í samband við handilin og boða frá hesum.
Handlar og fyritøkur skulu seta seg í samband við netkeypsveitaran, t.d. Nets.
Persónligt loyniorð
Frá 12. februar 2024 skalt tú umframt at nýta SMS-einnýtisloynitalið nýta eitt persónligt loyniorð fyri at kunna keypa á netinum. Hetta er fyri at økja um trygdina við keypi á netinum.
Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12. februar 2024. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.
Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets her.
Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort
Á breddanum

Freistir fyri flytingar áðrenn jól og nýggjár 2025
Her síggjast freistir fyri flytingar, um tær skulu vera móttakara í hendi áðrenn jól og nýggjár

Suðuroyar Sparikassi og FC Suðuroy longt stuðulssamstarvið
Suðulssamstarvið við FC Suðuroy heldur fram komandi 3 árini.

Suðuroyar Sparikassi og VB gjørt stuðulsavtalu
Suðuroyar Sparikassi fer komandi 4 árini at stuðla ungdómsdeildini hjá VB.

Suðuroyar Sparikassi og H71 hava longt stuðulssamstarvið
Suðuroyar Sparikassi heldur fram sum ein av stórstuðlunum hjá H71.
Seg teg í samband við okkum
