Góð ráð um gjalds- og kredittkort
Tá ið ein nýtir kort, er umráðandi at hava ymisk viðurskifti í huga. Her á síðuni kanst tú fáa góð ráð at leggja sær í geyma, tá ið umræður kort.
Lokadagur. Ansa eftir lokadegnum á kortinum, tí eftir lokadagin kann kortið hvørki nýtast í handlum, í sjálvtøkum ella á netinum.
Goym kortið trygt. Kanna við jøvnum millumbilum, at kortið ikki er burtur. Kortið er eins persónligt og koyrikort, pass o.t.
Halt eyga við kortið. Lat ikki kortið liggja sjónligt frammi. Í eini keypstøðu, skalt tú allatíðina síggja kortið. Lat ikki nakran fara í eitt annað rúm við kortinum.
Upplýs ikki PIN-loynitalið fyri nøkrum. PIN-loynitalið skal undir ongum umstøðum goymast saman við kortinum ella skrivast á kortið. Noyðist tú at hava PIN-loynitalið uppskrivað, kanst tú biðja Suðuroyar Sparikassa um PIN-loynitalskort, ið er gjørt til endamálið.
Nýt PIN-loynitalið við umhugsni. Statt tætt við sjálvtøkuna ella terminalin og halt aðra hondina yvir hina, meðan PIN-loynitalið verður trýst inn. Verj PIN-loynitalið.
Minst til at hyggja eftir upphæddini. Ansa eftir, at dagfesting og upphædd eru rættar. Eru hesar ikki rættar, skalt tú ikki góðkenna/skriva undir keypið.
Kortnýtlsa. Nýt bert kort í sjálvtøkum, handlum ella á heimasíðum, har lýst verður við eyðkennismerkjum fyri kort. Hesi eyðkennismerkir eru búmerkini fyri t.d. VISA og MasterCard.
Minst til at føra roknskap. Goym kvittanina og samanberið hana við kontuavrit ella á Netbankanum. Fylg við og boða okkum frá, um tú varnast okkurt óregluligt á kontuni.
Minst til pass. Um tú skalt takað pening út í einum útlendskum peningastovni, spyr peningastovnurin ofta eftir passi.
Goym ikki kortið ov nær við magnetiskt svað (felt). Goym ikki kortið ov nær magnetum, t.d. magnetlásum í taskum ella elektróniskum tólum, tí tað kann hava við sær, at kortið verður oyðilagt.
Verður kortið mist burtur ella stolið, skal sigast frá beinanvegin. Í avgreiðslutíð bankans verður boðað frá til Suðuroyar Sparikassa á tlf. 359870. Uttanfyri avgreiðslutíð bankans verður boðað frá til Nets í Danmark á tlf. +45 44 89 29 29 (VISA/Dankort) og +45 44 89 27 50 (Mastercard). Tú verður biðin um at upplýsa navn og bústað, peningastovn, og gjarna kort- og kontunummar. Kortið verður beinanvegin sperrað og kann ikki longur nýtast.
Seg teg í samband við okkum
Ansa tær! Falskur teldupostur, smsboð ella telefonuppringing
Teldusníkar nýta ofta nøvn hjá Visa, Mastercard, NemID, Nets og Paypal, tá ið teir royna at snýta fólk
Tað kemur ongantíð fyri, at Suðuroyar Sparikassi ella tey omanfyrinevndu senda ein teldupost ella smsboð við einum leinki, har tú sum kundi verður biðin um at upplýsa ella vátta persónligar upplýsingar og/ella kortupplýsingar. Tískil skalt tú vera sera ansin, um tú fært slíkt sendandi. Tá ið sníkarnir seta seg í samband við fólk, verður móttakarin biðin um at fylgja leinkjum og lata teimum kortupplýsingar o.s.fr. og so kunnu sníkar missnýta hesar upplýsingar.
- ikki at svara teldupostinum ella sms-boðnum
- ikki at fylgja leinkinum
- sletta teldupostin/sms-boðið bæði úr tínum innbakka og úr sjálvari ruskspannini.
Eftir hetta verður tú biðin um at dagføra títt antivirus-forrit, og skanna telduna.
Um tú hevur upplýst kortnummarið
Hevur tú longu upplýst kortnummarið, lokadag og eftirlitstal, eigur tú skjótast til ber at seta teg í samband við okkum ella Nets og sperra kortið.
- Suðuroyar Sparikassa, telefon 359870, millum kl. 9.30-16.00 gerandisdagar
- Nets í Danmark, telefon +45 44892929 (VISA/Dankort), svarar alt samdøgrið
+45 44892750 (Mastercard), svarar alt samdøgrið
Upplýs navn og bústað, og at kortið er frá Suðuroyar Sparikassa. Somuleiðis verður tú tá biðin um at upplýsa kortnummar, kontunummar ella p-tal.