Hugsar tú um frælsi og smidleika? við Mastercard hevur tú møguleikan.
Mastercard fáast bæði sum debittkort og kredittkort og hesi fáast aftur í fleiri ymiskum útgávum, hvørt við sínum hentleikum og kostnaði. Á hesi síðuni kanst tú lesa meira um ymisku sløgini.
Samanborið við onnur gjaldskort hava Mastercard hægri nýtsluhámørk. Til nøkur av kortunum fylgja ávísir ágóðar, so sum ferða- og viðføristrygging, avsláttur á bilaleigu og hotelgisting. Vit samstarva við Lokale pengeinsitutter (LOPI) um tryggingarnar, ið fylgja við Mastercard, og tú kanst lesa um hetta aðra staðni á síðuni.
Mastercard er bæði til privat- og vinnukundar og kortini eru vælegnaði til fólk, ið eru nógv uttanlands, bæði í privatum ørindum og í arbeiðsørindum.
Mastercard
Mastercard Debitt
Nýtsluhámark er á debittkortunum og tí kanst tú ikki nýta meira enn tað, ið tú hevur standandi á kortinum.
Mastercard Kreditt
Við Mastercard Kredittkortunum kann upphæddin verða skuldskrivað upp til 42 dagar eftir nýtsluna.
Mastercard Business Debitt
Gjaldskort til vanligt virksemið hja vinnukundum, ið verður útflýggjað til starvsfólk.
Mastercard Business Kreditt
Við hesum kortinum hevur fyritøkan kreditt til gjaldingar, ið verða gjørdar við kortinum.
Mastercard og tryggingar
Við fleiri av sløgunum av bæði Mastercard Debitt og Mastercard Kreditt fylgja tryggingar: ferðatryggingar, longd vørutrygging og tiltaksavlýsingartrygging.
Fá meira kunning um tryggingarnar, ið ymisku kortini fevna um, og treytirnar á leinkinum høgrumegin.
Suðuroyar Sparikassi samstarvar við Lokale Pengeinstitutter (LOPI) um hesar tryggingar.
Ofta settir spurningar/OSS
Hvørji eru hámørkini fyri dagliga nýtslu?
Hvat kort skal eg nýta til bilaleigu uttanlands?
Vanliga krevja bilaútleigarar uttanlands, at viðskiftafólk nýta kredittkort, so antin Mastercard Kreditt ella Visa.
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi positivt úrslit fyrra hálvár 2024
Hálvársúrslitið 2024 vísur eitt úrslit á 3,1 mió. kr. sammett við 2,8 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Kostnaðarbroytingar á virðisbrævaøkinum
Samstarvsbanki okkara, Sparekassen Kronjylland, hækkar ymiskar prísir á virðisbrævaøkinum. Hetta merkir, at okkara prísir eisini hækka.