Mastercard Kreditt kortsløgini kunnu nýtast kring allan heimin og geva tær møguleika at hava eitt gjaldskort við kreditti. 

At hava eitt Mastercard við kreditti merkir, at upphæddin ikki verður skuldskrivað beinanvegin, men kann verða skuldskrivað upp til 42 dagar eftir nýtsluna og hesir 42 dagarnir eru rentufríir.  Hetta merkir, at tú eitt nú hevur møguleika fyri at avrokna tíni keyp einaferð um mánaðin og tryggja tær, at bókingar á kortinum eru rættar.

Møguleiki er at bíleggja eitt familjukort til Mastercard Kredittkortini. Hetta er eitt ískoytiskort til hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og til heimabúgvandi børn hjá kortánara eldri enn 18 ár. Familjukortið er knýtt at sama kreditti sum Mastercard kredittkortið, men tað fylgja ongar tryggingar ella ágóðar til familjukortið.

Suðuroyar Sparikassi bjóðar trý sløg av Mastercard Kredittkortum, sum hava ymisk hámørk og tú kanst lesa meira um tey niðanfyri.

 

Treyt: Av tí at talan er um kredittkort, skal ein kredittmeting gerast og tú mást verða fylt/-ur 18 ár fyri at fáa eitt tílíkt kort. 

Samanber Mastercard Kredittkortini

Standard

Kreditthámark - 30.000 kr. 

  • Ferðatrygging
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: 3.000 kr. 

Gull

Kreditthámark - 50.000 kr.

  • Ferðatrygging (treytað av, at ferðin er keypt við kortinum)
  • Longd vørutrygging
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: 6.000 kr. 

Platinum

Kreditthámark - 100.000 kr.

  • Góðir eykaágóðar og lagaligir afturrindanarmøguleikar
  • Priority Pass, ið gevur atgongd til longues á flogvøllum
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: 10.000 kr. 

Ofta settir spurningar/OSS

Hvørji eru hámørkini fyri nýtslu?
Hámørkini eru ymisk frá kortslagi til kortslag, les um nýtsluhámørki her.
Kann eg nýta Mastercard Kreditt til at leiga bil uttanlands?
Ja, tað vísir seg, at bilaútleigarar krevja, at kredittkort verða nýtt, tá ein skal leiga bil uttanlands.