Mastercard Kreditt Gull

Við Mastercard Kreditt Gull hevur tú ein kreditt á kr. 50.000. Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) pr. leypandi 30 dagarer kr. 50.000. Hámarkið fyri úttøku í sjálvtøkum er kr. 6.000 pr. leypandi 24 tímar, og kr. 30.000 pr. leypandi 30 dagar.

Við Mastercard Gull fylgja ferðatrygging og longd vørutrygging. Ferðatryggingin fevnir um bæði kortánara, hjúnafelaga/sambúgvandi hjá kortánara og kortánarans børn yngri enn 21 ár. Tað er ikki eitt krav, at ferðin skal vera goldin við kortinum. Tryggingin fevnir um bæði privat ferðir, arbeiðsferðir, og privat- og arbeiðsferð í einum.

Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og hvítvørur verður longt við upp til 3 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Gull her.