Google Pay
Google Pay er ein lættur og tryggur máti at rinda við tíni Android-telefon í handlum, á netinum og í appum. Gjaldið gongur skjótt, og tú skalt ikki nýta annað enn tínar vanligu Android eindir.
Fyritreyt fyri at kunna rinda við Google Pay í handlum er, at tín Android-eind hevur stýrisskipan Android 5.0 ella hægri, umframt at hon hevur NFC-flís.
Tú kanst nýta Google Pay á øllum støðum, sum skelta við einum av hesum ímyndum:
Tryggur gjaldsháttur
Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar, ella í handlinum, har tú nýtir Google Pay.
Tá tú rindar við Google Pay, nýtir skipanin eitt serstakt nummar og eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt í fullum líki – hvørki á tínum tóli ella á servarum hjá Google. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Google Pay.
Tá tú rindar í handlum
Tú rindar kvikliga við Google Pay við bert at læsa tína telefon upp við kotu ella fingramerki, og síðan at halda telefonini tætt aftur at gjaldsterminalinum, júst sum tú vanliga gert við tínum kontaktleysa gjaldskorti.
Tá tú rindar í appum og á netinum
Tá tú rindar í appum og nethandlum, er Google Pay ein skjótari gjaldsháttur, tí tú skalt ikki longur nýta tíð og orku at stovna kontur ella fylla long oyðibløð út.
Fyri at gjalda í appum og nethandlum í Google Chrome frá tíni telefon ella teldli skalt tú velja Google Pay við kassan og góðkenna gjaldið.
Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Google Pay
Android smartphone ella -teldil:
- Heinta og lat upp Google Pay-appina
- Rita inn á tín netbanka sum app og trýst á valmyndina niðast í vinstra horni.
- Trýst á “Kort" í valmyndini og vel Visakort ella Mastercard, sum tú ynskir at knýta at Google Pay.
- Trýst á "Legg afturat Wallet".
Telda við Google Chrome
- Far til ”Administrer din Google-konto”
- Vel “Betalinger og abonnementer”, og vel síðani “Administrer betalingsmetoder kort”
- Vel ”+ Tilføj betalingsmetode” og inntøppa tínar kort-, navna- og adressuupplýsingar
- Trýst á ”Gem”
- Far til Google Pay á tíni Android-eind, vel ”Betaling”, og tú sært nú títt kort
- Trýst á ”Konfigurer kontaktløs betaling” fyri at innstilla kortið til rindan við fartelefon
- Góðkenn nýtslutreytir
- Upplýs SMS-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt.
Tak niður Google Pay-appina her.