Tá tú gerst 18 ár
Sum FOKUS kundi kanst tú velja millum ymsar kontur og sjálvtænastur alt eftir, um tú fert undir víðari útbúgving, vilt sleppa at síggja heimin ella vilt spara saman til eini hús.
Sama, um tú ert virkin á arbeiðsmarknaðinum ella lesandi, kann tað vera kostnaðarmikið at verða eldri enn 18 ár. Tú flytir kanska heimanifrá og hevur tørv á innbúgvi, innskoti til íbúð ella lán til sjálva útbúgvingina. Við FOKUS pakkanum ber til at fáa fíggjarligt rásarúm og søkja um FOKUS Lán ella FOKUS Kreditt.
Niðanfyri kanst tú kunna teg nærri um FOKUS.
Møguleikar við FOKUS
FOKUS Kredittur
Kanst tú skjalprógva, at tú ert undir útbúgving, kanst tú søkja um FOKUS Kreditt.
FOKUS Kredittur verður veittur við einum Mastercard kreditt korti, har játtaði kreditturin er tøkur, og kreditturin er rentufríur upp til 42 dagar. Afturgjaldstreytirnar fylgja treytunum í Mastercard kredittkortunum.
Les meira um ágóðarnar og treytirnar við Mastercard kreditt kortum her.
Tað er ókeypis at stovna ein FOKUS Kreditt, og tú gert av saman við tínum kundaráðgeva, hvussu tú rindar kredittnýtsluna aftur.
Mastercard Silvur
Mastercard Silvur eitt debitt kort og gevur tær ta trygd, at tú í mesta lagi kanst hava eina kortnýtslu, sum samsvarar við ta upphædd, tú hevur á kontuni. Nýtsluupphæddin verður skuldskrivað beinanvegin, kortið verður nýtt.
Nýtsluhámarkið (úttøka í sjálvtøkum og keyp) fyri 30 fylgjandi dagar er kr. 30.000. Hámarkið fyri at taka pening út í sjálvtøkum er kr. 5.000 fyri 24 fylgjandi tímar, og tú kanst keypa fyri í mesta lagi kr. 30.000 um samdøgrið í handlum, matstovum, á internetinum o.s.fr.
Til ber at fáa Mastercard Silvur við egnari mynd. Trýst her um tú vilt hava mynd á kortið og soleiðis gera kortið persónligari.
Við Mastercard Silvur fylgja longd vørutrygging og ”event” avlýsingstrygging. Longd vørutrygging fevnir um, at endurgjaldskrav upp á t.d. sjónvarp, HI-FI og teldu verður longt við upp til 2 ár. Fyri at longda vørutryggingin skal vera galdandi, skal vøran vera keypt við kortinum, og kvittanin fyri vøruna skal vera tøk. Sí tryggingartreytirnar fyri Mastercard Silvur her.
Fá meira kunning um ágóðar og treytir við Mastercard Silvur her.
Fá meira kunning um kort her.
NemKonta
NemKonta er ein vanlig bankakonta, sum almennir stovnar í Danmark nýta til veitingar til borgarar.
Um tú skalt fáa veiting gjøgnum danskar almennir stovnar - SU, pensjón, avlopsskatt ella aðra veiting - er neyðugt, at tú skrásetur eina av tínum kontum til eina NemKontu.
Tú kanst lættliga broyta eina av tínum vanligu kontum í Suðuroyar Sparikassa til eina NemKontu, og tú velur sjálv/-ur hvør konta skal broytast.
Tó krevst, at tú hevur fingið danskt persónsnummar (cpr.nr.), áðrenn NemKonta verður skrásett.
Vilt tú hava NemKontu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
FOKUS Lán
Lánsupphæddin á einum FOKUS Láni kann í mesta lagi verða kr. 30.000.
FOKUS Lán verður veitt við lagaligari rentu. Lánið er ókeypis at stovna, men hevur eitt avgreiðslugjald á kr. 300. Renta verður tilskrivað sum fyri vanligt lán, og afturgjaldstíðin verður roknað eftir tínum fíggjarviðurskiftum.
Suðuroyar Sparikassi vil helst, at lánið verður afturgoldið skjótast til ber, og í seinasta lagi 5 ár eftir, at tað er stovnað.
FramtíðarKonta
FramtíðarKonta er ein samansparingarkonta til útbúgving og/ella bústað. Kontan hevur góða rentu, og rentan er tann sama uttan mun til salduna á kontuni.
Einki hámark er fyri inngjald um árið, men tó kanst tú í mesta lagi hava kr. 700.000 á eini FramtíðarKontu.
FramtíðarKontu kanst tú stovna, meðan tú ert millum 18-29 ár, tó í seinasta lagi seks mánaðir, áðrenn tú fyllir 30 ár.
FramtíðarKontan kann bara verða nýtt í sambandi við skjalprógvaða útbúgving og/ella bygging/keyp av egnum bústaði. Vilt tú hava samansparingina á eini FramtíðarKontu út við ongum skjalprógvi um tað, ið nevnt er omanfyri, verður vanligt dekort skuldskrivað.
Tá ið tú ert vorðin 30 ár, verður kontan broytt til eina 12. mðr. kontu, um ikki annað er avtalað.
FOKUS Nýtslukonta
Tá ið tú ert vorðin 30 ár, verður kontan broytt til vanliga kontu, og hevur tú Mastercard Silvur kort knýtt at kontuni, verður eitt nýtt kort bílagt tær.
Fíggjarkonta
Hetta er ein vanlig konta, sum hjálpir tær at hava skil á tínum fíggjarviðurskiftum.
Mánaðarliga flytir tú eina fasta upphædd inn á FíggjarKotuna og flytir allar fastar útreiðslur av henni. Tú kanst sjálv/-ur rokna út, hvussu stórar tínar samlaðu útreiðslur eru árliga og soleiðis roknað út, hvussu nógv tú skalt flyta á FíggjarKontuna mánaðarliga fyri at hava tøkan pening á FíggjarKontuni til føstu útreiðslurnar.
Suðuroyar Sparikassi hjálpir tær fegin við útrokningini, men tú kanst eisini lættliga og ómakaleyst gera tær eina fíggjarætlan í netbankanum (í telduni).
Ofta settir spurningar/OSS
Eg fylli 18 ár um nakrar mánaðar, kann eg fáa FOKUS tænastur?
Um tú hevur eina PULS nýtslukontu, verður kontan broytt til eina FOKUS nýtlsukontu, tá ið tú fyllir 18 ár. Hevur tú eitt Mastercard Young kort knýtt at kontuni, verður eitt Mastercard Silvur bílagt tær. Hevur tú eina PULS samansparingarkontu, verður kontan broytt til eina 3. mðr. kontu, um ikki annað er avtalað, men tú ert vælkomin at broyta PULS samansparingarkontuna til eina Framtíðarkontu.
Ber til at fáa eitt VISAkort knýtt at FOKUS tænastunum?
Vend tær til tín kundaráðgeva fyri at vita, um tú kann fáa knýtt eitt Visakort at FOKUS tænastunum.
Hvat hendir, tá ið eg fylli 30 ár?
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Lat teg ikki lumpa – føroyskir stovnar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll
Seg teg í samband við okkum