Út í heim at fjakka

 Miðnámsskúlatíðin er liðug og tú hevur fingið nóg mikið av at sita við nøsini niðri í bókum og við nógvum síðum opnum á telduni fyri at finna keldur til stílin.. Nú er tíð til at njóta lívið til fulnar og fara at kanna, hvat heimurin hevur at bjóða.. 

Vert at hugsa um

Spar pening saman

Byrja tíðliga at leggja pening til síðis, um tú ætlar tær út at fjakka, soleiðis, at tú fær spart so nógv saman sum gjørligt. Snilt er at hava eitt lestrarstarv við síðurnar av lestrinum, ið gevur eyka inntøku. Samansparingin er ikki einans hent, um tú skalt fjakka - tað er altíð hent at leggja pening til síðis.

Pass, uppihaldsloyvi og koppsetingar

Tryggja tær, at hesi trý eru í lagi, tí eru tey ikki tað, kann vera, at tú ikki sleppur inn í ávis lond. Kunning um koppsetingar fáast hjá Danska Serumstovinum. Í løtuni er serliga umráðandi at kunna seg um, hvørji krøv lond hava ísv. Koronu og koppsetingar.

Hav tvey kort við á ferðini

Tað er skilagott at hava tvey ymisk kort hjá sær - og serliga tá tú skalt ferðast. Eitt  kort kann brotna, verða stolið, gerast óvirkið ella nýtslumarkið ov lágt til tín tørv. Um tú ætlar at leiga bil, er skilagott at hava eitt kredittkort við, tí hetta er ofta nakað, ið bilaútleigarar krevja.

Hav netbankaappina við hondina

Snilt er at taka netbankaappina niður á snildtelefonina, so tú kanst fylgja við øllum, ið hendir á kontuni, og kanst flyta pening, um tørvur er á tí. Um tú sær nakað óreglusemi á kontuni, set teg so beinanvegin í samband við okkum ella við Nets fyri at sperra kortið. Les meira um, hvussu tú sperrar kortið her.

Tryggingar

Gloym ikki tryggingar, um tú skalt ferðast! Um tú ert undir 21 ert tú møguliga fevnd/ur av ferðatryggingini hjá foreldrunum, men kanna hetta - og  kanna, um ferðatryggingin fevnir um tey øki, ið tú ætlar tær til. Við ávísum Mastercard kortum fylgja eisini tryggingar - bæði ferðatryggingar og aðrar. Les um tær her.