Garmin Pay
Við Garmin Pay™ kontaktleysari gjalding kanst tú lata mappuna og enntá telefonina liggja eftir heima og rinda fyri keyp við urinum. Hesin møguleiki fyri at rinda er tøkur á flestøllum støðum, sum taka ímóti nándgjaldi (kontaktleysari rindan).
Tú kanst nýta Garmin Pay á øllum støðum, sum skelta við hesari ímynd:
Tryggur gjaldsháttur
Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar ella hjá Garmin.
Tá tú rindar við Garmin Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar og gjaldingin eina serstaka transaktiónskotu. Títt kortnummar verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli ella hjá Garmin. Tað verður heldur ikki deilt við handlar og onnur, har tú nýtir Garmin.
Tá tú rindar í handlum
Tú rindar við urinum á sama hátt, sum tú rindar við nándgjaldi (kontaktleyst). Tú virkjar Garmin Pay við at velja Garmin Wallet á urinum. Tøppa inn tína møguligu kotu og vel kort við at “sveipa” upp og niður. Halt urinum tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda.
Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Garmin
- Syrg fyri, at títt Garmin ur hevur samband við tína telefon umvegis Bluetooth
- Lat upp Garmin Connect á telefonini og trýst á “Flere” og síðan á “Garmin Pay”
- Vel Garmin eindina, ið tú ynskir at knýta til Garmin Pay
- Vel eina kotu til at verja tín Garmin Pay
- Inntøppa tínar kort- og persónsupplýsingar
- Góðkenn nýtslutreytir
- Áset SMS-kotu, sum verður send til telefonnummarið, sum tín peningastovnur hevur skrásett.