Spar saman til eftirløn
Hóast tað kann tykjast tíðliga at skula hugsa um tíni eftirlønarviðurskifti, longu tá ið tú byrjar at lesa, er hetta skilagott at gera. Tað vísir seg, at alt ov fáa gáa um hesi viðurskifti, ið tó eru sera umráðandi at geva sær far um. Tað er skilagott at byrja tíðliga at spara saman til eftirløn, tí hetta merkir snøgt sagt, at so verður upphæddin, ið tú hevur at njóta tína pensjonistatilveru við, enn størri.
Tríggjar orsøkir til at byrja tíðliga at spara saman eru:
- Vit liva longri
- Vit liva longri og gerast eldri og tí er neyðugt, at eftirlønarsamansparingin skal røkka longri.
- Meira pening um hendi
- Jú fyrr, tú byrjar at spara saman, jú meira pening fært tú um hendi. Í Føroyum er sum kunnugt álagt øllum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til eftirløn. Men sum dømi kann nevnast, at byrjar tú at spara saman til eftirløn, tá ið tú ert 25 ár í mun til, tá ið tú ert 30, so hevur tú 60.000 kr. meira um hendi við eini mánaðarligari flyting á 1.000 kr., um tú fer frá við eftirløn, tá ið tú fyllir 70.
- Størri íløgumøguleikar
- Eftirlønarsamansparingin kann gerast enn størri, um tú velur at seta hana í íløgur
Um tú arbeiðir í Føroyum og ert yvir 21 ár, so rindar tú eftirløn av lønini, hvørja ferð, tú fær løn. Tó er ikki kravt, at eftirløn verður rindað av upphæddum undir 3.000 kr.
Á breddanum

Suðuroyar Sparikassi og H71 hava longt stuðulssamstarvið
Suðuroyar Sparikassi heldur fram sum ein av stórstuðlunum hjá H71.

Ert tú okkara nýggja starvsfólk í fyrisitingini?
Vit sóknast eftir starvsfólki til fyrisitingina við starvsstaði í høvuðssætinum í Vági

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er metstórt – tó við nuansum
Hálvársúrslitið 2025 vísir eitt úrslit á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 3,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Kursrætting ísv. gjaldskortnýtslu uttanlands 21-25. juli
Sært tú eina bóking á tínum kontuavriti, ið eitur “Kursrætting sí ss.fo/tidindi”, er tað tí, at tú hevur brúkt gjaldskort títt uttanlands ella á útlendskari heimasíðu dagarnar millum 21. juli og 25. juli.
Seg teg í samband við okkum
