FíggjarKonta

Tær flestu rokningarnar skulu rindast mánaðarliga, meðan aðrar einans skulu rindast eina ferð árliga ella hvønn ársfjórðing. Hetta ger onkrar mánaðar dýrari enn aðrar. Tí er skilagott at fáa sær eina FíggjarKontu. Hon hjálpir tær við. at árligu útreiðslurnar verða javnt býttar út  á allar mánaðirnar í árinum. 

Mánaðarliga flytir tú eina upphædd á fíggjarkontuna, og hendan upphædd verður nýtt at rinda allar tínar føstu flytingar. Tú kanst sjálv/-ur rokna út, hvussu stórar samlaðu útreiðslurnar eru árliga og harvið rokna út, hvussu nógv tú mánaðarliga skalt flyta á FíggjarKontuna

Ein fíggjarætlan, sum tú kanst gera tær í Netbankanum á telduni, hjálpir tær við at fáa greiðu á tínum samlaðu, føstu útreiðslum, og tú kanst soleiðis rokna út, hvussu nógv tú mánaðarliga skal flyta á FíggjarKontuna fyri at hava tøkan pening til føstu útreiðslurnar.  Um tørvur er á tí, hjálpa vit tær eisini fegin við útrokningini. Umsitur tú sjálv/-ur FíggjarKontuna ber eisini til at gera stakflytingar av FíggjarKontuni.

Førstu útreiðslurnar kunnu flytast av FíggjarKontuni umvegis vanliga fasta flyting ella sum flyting gjøgnum GjaldsSkipanina. 

Gjaldsskipanin

Fyri at tryggja at føstu útreiðslurnar verða goldnar til tíðina, kanst tú melda føstu útreiðslurnar til Gjaldsskipanina sum Gjaldsavtalur.