Fitbit Pay

Við Fitbit kanst tú rinda uttan at hava gjaldskort ella telefon við tær. Hygg eftir ímyndini fyri nándgjaldi (kontaktleyst), og tær nýtist ikki longur at hugsa um at ansa eftir telefonini ella mappuni. Lat tey liggja eftir heima og rinda beinleiðis frá tínum handliði.

Ein fortreyt fyri at kunna rinda við Fitbit Pay er, at títt Fitbit skal virka saman við Fitbit Pay.

Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum støðum, sum skelta við hesari ímynd:

 

 

 

Tryggur gjaldsháttur

Kortupplýsingarnar hjá tær eru vardar, tí tær verða hvørki goymdar á tólinum, sum tú brúkar ella hjá Fitbit.

Tá tú rindar við Fitbit Pay, fær títt gjaldskort eitt serligt nummar, og gjaldið fær eina serstaka transaktiónskotu. Nummarið á tínum gjaldskortið verður ongantíð goymt, hvørki á tínum tóli, hjá Fitbit ella í handlinum, har tú hevur rindað við Fitbit.

 

Tá tú rindar í handlum

Við Fitbit Pay kanst tú rinda uttan at hava gjaldskort ella telefon við tær. Hygg eftir ímyndini fyri nándgjald rindan (kontaktleyst), og tú kanst rinda beinleiðis frá tínum handliði. Hevur tú eitt Fitbit Ionic ella Versa, virkjar tú Fitbit Pay við at trýsta á tín snarknøtt ella við at sveipa frá toppinum og niður. Á øðrum Fitbit- eindum skalt tú trýsta á vinstra knøttin á urinum í 2 sekundir. Tøppa møguliga inn tína kotu og vel gjaldskort við at sveipa ella við at trýsta á skermin á urinum. Halt urið tætt afturat gjaldsterminalinum og rinda. 

 

Soleiðis knýtir tú gjaldskort til Fitbit

  • Tryggja tær, at tín Fitbit eind hevur samband við telefonina via Bluetooth
  • Á telefonini: Heinta Fitbit-appina í Google Play Store og trýst á  “Today” og síðan á tína vangamynd
  • Trýst á myndina av tíni Fitbit-eind og trýst á “Fitbit Wallet”
  • Fylg vegleiðingini fyri at leggja kort afturat
  • Vel kotu fyri at verja títt Fitbit Pay
  • Inntøppa tínar kort- og persónupplýsingar
  • Góðkenn nýtslutreytir
  • Upplýs SMS-kotuna, sum verður send til telefonnummarið, sum peningastovnurin hevur skrásett at vera títt telefonnummar
  • Trýst á “Activate on device”.

 

 

Tak niður til iPhone (App Store) her.
Tak niður til Android (Google Play) her.