Samansparing

Tú hevur uttan iva lisið ella hoyrt tað áður, men sjálvt við eini lítlari mánaðarligari upphædd ber til at fáa nakað munagott burturúr eini samansparing.


Er talan um eina langtíðarsamansparing, telur hvørt einasta oyra, og ein lítil rentumunur kann ávirka upphæddina nógv. Tí hevur tað týdning at hyggja eftir rentuni. 


Tørvurin og møguleikarnar á samansparing broytist í takt við tín aldur og tína inntøku. Tøkur peningur, pensjón og bústaður er vanligt at spara saman til, og tað hevur týdning at hyggja eftir hesum trimum samstundis, fyri at síggja veruliga ognarvirði, og fyri at síggja um samansparingin er ”røtt” samanborið við tíni mál.

Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um, hvønn tørv tú hevur og hvar tú ert í lívsringrásini: “Nøktar samansparingin mín tørv í teimum ymsu árunum?” “Samsvarar samansparingin við mín váða og tørv? Spari eg nokk upp til mín aldurdóm? Havi eg ta røttu samansetingina av innlánsproduktum? Havi eg stýr á váðanum á míni samansparing?”

Hetta eru spurningar, ið hava sera stóran týdning at seta sær gjøgnum alt lívið.

Fá nakað burtur úr tíni samansparing. Vit bjóða í løtuni upp til 3,5% í rentu 

Fá meira kunning

Aðrar samansparingarkontur

3 mánaðar uppsøgn

12 mánaðar uppsøgn

18 mánaðar uppsøgn

Eftirløn

Øllum, ið eru fult skattskyldug í Føroyum og ikki hava nátt pensjónsaldri, er álagt at hava eftirlønarsamsparing.

Fá meira kunning