18 mánaðar konta
18 mánaðar konta er ein konta við 18 mánaðar uppsagnartíð.
Um tú ætlar at taka pening út av eini 18 mánaðar kontu, er neyðugt, at tú boðar okkum frá 1½ ár, áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður (dekort) álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.
Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.