Oddakonta

Gott er at byrja tíðliga at spara saman til barnið, ið kann fáa stóra gleði av hesum seinni í lívinum - til útbúgving, bústað, fjakkingarferð ella annað. Oddakonta er ein samansparingarkonta til børn upp til 13 ár. 

Til ber at fáa gjaldskort og appina "Mínir pengar" til eina Oddakontu við samtykki frá foreldrunum/verja.

Mínir pengar

Oddakundar millum 7 og 13 ár kunnu fáa appina "Mínir pengar", ið minnir um netbankan til vaksin. 

Gjaldskort

Sum Oddakundi kanst tú fáa gjaldskort, tá ið tú fyllir 10 ár við samtykki frá foreldrunum

Oddakontan er bundin, til tú fyllir 13 ár. Tá verður hon broytt til eina PULS samansparingarkontu, um ikki annað er avtalað.