3 mánaðar konta

3 mánaðar konta er ein konta við 3 mánaðar uppsagnartíð. 

 

Um tú ætlar at taka pening út av eini 3 mánaðar kontu, er neyðugt, at tú boðar okkum frá tríggjar mánaðar, áðrenn tú vilt hava peningin. Annars verður ein kostnaður (dekort) álagdur útgjaldinum. Hesin kostnaður er ein %-partur av útgjaldinum.

 

Tað er einki hámark fyri inngjaldi og rentan er ymisk, alt eftir hvat saldan er á kontuni.