Kontur til privatkundar
Antin talan er um eina samansparing til ung ella til aldurdómin, so er altíð skilagott at byrja so tíðliga sum gjørligt - jú fyrr, jú betri.
Tú hevur uttan iva lisið ella hoyrt tað áður, men sjálvt við eini lítlari mánaðarligari upphædd ber til at fáa nakað munagott burturúr eini samansparing.
Er talan um eina langtíðarsamansparing, telur hvørt einasta oyra, og ein lítil rentumunur kann ávirka upphæddina nógv. Tí hevur tað týdning at hyggja eftir rentuni. Núverandi sera lága rentustøði ger, at rentan ikki er høg nakrastaðni, men hóast hetta eru ávísar kontur, ið hava betri rentutreytir enn aðrar.
Tørvurin og møguleikarnar á samansparing broytist í takt við tín aldur og tína inntøku. Tøkur peningur, pensjón og bústaður er vanligt at spara saman til, og tað hevur týdning at hyggja eftir hesum trimum samstundis, fyri at síggja veruliga ognarvirði, og fyri at síggja um samansparingin er ”røtt” samanborið við tíni mál.
Tað hevur stóran týdning, at tú hugsar um, hvønn tørv, tú hevur og hvar tú ert í lívsringrásini: “Nøktar samansparingin mín tørv í teimum ymsu árunum?” “Samsvarar samansparingin við mín váða og tørv? Spari eg nokk upp til mín aldurdóm? Havi eg ta røttu samansetingina av innlánsproduktum? Havi eg stýr á váðanum á míni samansparing?”
Hetta eru spurningar, ið hava sera stóran týdning at seta sær gjøgnum alt lívið.
Fíggjarkonta
FíggjarKonta er ætlað til at flyta allar fastar flytingar av, samstundis sum tú flytir eina fasta flyting inn á kontuna mánaðarliga.
EftirlønarKonta
Øllum, ið eru fult skattsskyldug í Føroyum og ikki hava nátt pensjónsaldri, er álagt at hava eftirlønarsamansparing.
NemKonta
NemKonta er ein vanlig bankakonta, ið almennir stovnar í Danmark nýta til veitingar til borgarar.
Privatkonta
Privatkonta er ein vanliga konta, ið kann stovnast av øllum. Hon verður mest nýtt til lønarkontu og dagliga nýtslu.
Ofta settir spurningar/OSS
Fulltrú til kontur
Hvussu eru innlán tryggjaði?
Sum kundi í Suðuroyar Sparikassa eru tygum gjøgnum Ábyrgdargrunnin fyri innsetarar og íleggjarar í ávísan mun tryggjað/-ur ímóti tapi, um Suðuroyar Sparikassi fer á húsagang ella í gjaldsteðg.
Ábyrgdargrunnurin dekkar m.a. navnanoterað innskot/íløgur í peningastovnar við upp til 100.000 EUR fyri hvørt P-tal. Ávis serlig innlán hava eina hægri dekning. Eftirlønarkontur eru tryggjaðar uttan mun til upphædd.
Ábyrgdargrunnurin tryggjar eisini, um tygum sum íleggjari verða fyri tapi, tí tygara peningastovnur ikki kann geva aftur tey virðisbrøv, sum peningastovnurin varðveitir ella umsitur. Tað verður endurgoldið við upp til 20.000 evrur fyri íleggjaran.
Ábyrgdargrunnurin fyri innsetarar og íleggjarar hevur givið út eitt kunningarrit, har tygum kunnu lesa meira um tryggingarviðurskiftini hesum viðvíkjandi.
Meiri kann lesast um Innskjótaratrygdargrunnin her.
Hvussu stovni eg eina kontu?
Um tú ert kundi, kanst tú seta teg í samband við okkum og biðja okkum stovna tær eina kontu. Ert tú nýggjur kundi, skalt tú útfylla eitt oyðublað og senda okkum tað. Oyðublaðið finnur tú her ella við at koma inn á eina av deildum okkara.
Uppsiga kontur
Á breddanum
Ert tú okkara nýggja móttøkufólk?
Vit sóknast eftir móttøkufólki til høvuðssætið í Vági
Suðuroyar Sparikassi tillagar út- og innlánsrenturnar
Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 4. mai 2023 aftur hækkaðu leiðandi rentuna, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.
Seg teg í samband við okkum