Gjaldskort á ferðini
Tey allarflestu hava gjaldskort við, tá ið tey fara at ferðast.
Niðanfyri varpa vit ljós á, hvat er vert at leggja sær í geyma, tá ið tú skalt ferðast.
Hav tvey kort við tær
Tað er skilagott at hava tvey ymisk kort hjá sær - og serliga tá tú skalt ferðast. Eitt kort kann brotna, verða stolið, gerast óvirkið ella nýtslumarkið ov lágt til tín tørv.
Goym kortini hvør sær
Minst til ikki at goyma kortini saman, soleiðis, at tú altíð hevur eitt kort eftir, um annað verður stolið. Goym heldur ongantíð loynitalið saman við kortinum.
Nýtsluhámørkini
Legg til merkis, at hámørk eru fyri, hvussu stórar upphæddir, tú kanst nýta um samdøgið. Ymisku kortsløgini hava ymisk hámørk. Her sært tú nýtsluhámørkini, ið eru galdandi.
Kredittkort til bilaleigu
Bilaútleigarar krevja ofta, at tú rindar við einum kredittkorti, tá ið leigar bil. Her kanst tú lesa um kredittkort.
Mastercard við ferðatrygging
Fleiri av Mastercard kortsløgunum hava ferðatrygging íroknaða. Les meira um hetta undir Mastercard og undir trygging.
Set teg í samband við okkum ella Nets, um tú heldur, at kortið verður missnýtt
Set teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um gjaldskort
359870
Á breddanum

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er metstórt – tó við nuansum
Hálvársúrslitið 2025 vísir eitt úrslit á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 3,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Kursrætting ísv. gjaldskortnýtslu uttanlands 21-25. juli
Sært tú eina bóking á tínum kontuavriti, ið eitur “Kursrætting sí ss.fo/tidindi”, er tað tí, at tú hevur brúkt gjaldskort títt uttanlands ella á útlendskari heimasíðu dagarnar millum 21. juli og 25. juli.

Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku
Her sært tú freistirnar fyri flytingar, um tær skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.

Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?
Vit sóknast eftir kundaráðgeva til deildina í Havn