At flyta heimanifrá

Flyta heimanifrá16

At flyta heimanífrá og skula standa á egnum beinum á fyrsta sinni er ein stór broyting hjá teimum flestu. Niðanfyri hava vit gjørt ein minnislepa yvir, hvat er umráðandi at minnast til, tá ið tú skal flyta av landinum.

Minnislepi


  • Søk um bústað
    Tað kann vera trupult at finna bústað , so byrja í góðari tíð og leita, tá ið tú flytir til eitt nýtt land. Ofta er nógv kunning at finna um hetta á heimasíðunum hjá lærustovnunum. Kanna, um tú hevur rætt til bústaðarstuðul, tá ið tú hevur funnið bústað.
  • Fráboða flyting til nýggju kommunua
    Minst til at fráboða flyting innan fimm dagar, tá ið tú flytir til Danmakar. Hav samleikaprógv, skjalprógv við p-talinum og prógv fyri bústað við. Tá ið tú hevur fráboðað flyting til nýggju kommununa, fært tú eitt CPR-nummar. Um tú flytir til annað land er Danmarkar, finnir tú kunning á heimasíðunum hjá lærustovnunum.
  • Boða frá flyting
    Minst til at boða okkum frá, tá ið tú skiftir bústað, so vit fáa skrásett tað í okkara skipan.
  • Søk lestrarstuðul
    Í Føroyum søkir tú lestrarstuðul frá Studna. Um tú fer til Danmarkar kanst tú søkja lestrarstuðul, so skjótt tú hevur fingið danskan bústað. Fyri at fáa SU mást tú hava eina NemKontu. Tá ið tú fer út um danska ríkið at lesa, kemur tú undir donsku SU-lestrarstuðulsskipanina, og tú skalt fyrst royna tey rættindi, ið SU veitir. Tó so veitir Studni ÚSUN-stuðul til lesandi uttanfyri Norðanlond. Gjøgnum ta skipanina kann ein fáa stuðul til skúlagjald og livikostnað í ávísum førum, har SU ikki veitir stuðul. Studni hevur eisini aðrar serligar skipanir fyri lesandi uttanfyri Norðanlond, ið tú kanst kunnað teg nærri um her. 

  • Fá tær NemKontu
    Fyri at fáa SU skalt tú hava eina NemKonto og fyri at fáa NemKontu krevst, at tú hevur eitt danskt CPR-nummar. Vend tær til okkara fyri at stovna eina  NemKontu

  • Fá tær talgilda postkassan eBoks
    Øll brøv frá almennum donskum stovnum, eisini SU, verða send til eBoks. Postkassin kann stovnast á borger.dk ella e-boks.dk.

  • Søk um ferðastundning frá Studna
    Tú hevur rætt til at søkja um ferðastudning frá Studna eina ferð árliga, tá ið tú lesur uttanlands. Studningurin kann søkjast, tá hálvt lestrarár er farið og skal søkjast innan lestrarárið er liðugt. Tey, ið byrja um heystið, kunnu søkja millum januar og juni árið eftir, tvs. freistin er 30. juni. Tey, ið byrja um várið, kunnu søkja millum august og desember, tvs. freistin er 31. desember. Lesandi í Føroyum, ið fáa lestrarstuðul og noyðast at ferðast til og frá lestrarstaðnum, ferðast ókeypis við Strandfaraskipum Landsins.

Fíggjarark

Ger eitt fíggjarark fyri at fáa greiðu á inntøku og útreiðslum.

Minst til rokningarnar

Fíggjarkonta og gjaldsskipan hjálpa til at halda skil á føstum útreiðslum.

Tryggingar

Hevur tú tryggjað tær, at tryggingarnar eru í lagi?

OSS/Ofta settir spurningar

Kann eg varðveita fulla skattaskyldu í Føroyum, hóast eg búgvi uttanlands?

Ja, tað kanst tú gott. Tú sendir eina umsókn til Taks og so syrgja tey fyri, at hetta verður skrásett.

Hava føroyingar rætt til lestrarfrádrátt í Danmark?

Ja, tað hava teir. Les meira um hetta her hjá føroysku ráðgevingini í Danmark.

SU og lestrarstarv

Um tú arbeiðir við síðurnar av lestrinum og harvið bæði fær SU og løn, er umráðandi at kanna, hvussu høg inntøkan kann verða, áðrenn hetta gongur út yvir SU. Um inntøkan er ov høg, eigur tú at frámelda SU fyri at sleppa undan at afturrinda pening. SU nýtir høvuðsskattakortið, tá ið tú fært studning. Um tú bæði fær SU og løn frá einum lestrarstarvi, mást tú minnast til at minna arbeiðsgevaran á at nýta eyka-skattakortið (bi-kort) til lønina. Tí um bæði SU og arbeiðsgevarin nýta høvuðskortið, fært tú av órøttum dupultan frádrátt og rindar ov lítið í skatti, sum merkir, at tú fær skattasmeit. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá SU.

Kann eg fáa bústaðarlán til íbúð uttanlands frá Suðuroyar Sparikassa?
Sum meginregla veita vit bústaðarfígging í Føroyum, men tú ert altíð vælkomin at venda tær til okkara at spyrja.
Kann eg fáa danskt CPR-nummar, uttan at flyta til Danmarkar?

Ja, tú kanst fáa danskt CPR-nummar við at venda tær til Ríkisumboðið í Føroyum.

Kann eg fáa SU-stuðul fluttan á mína føroysku kontu?
Ja, tað kanst tú. Fyri at fáa SU mást tú hava eina NemKontu og hesa kanst tú stovna hjá okkum. Tó krevst, at tú hevur danskt CPR-nummar, áðrenn tú stovnar NemKontu.
Fríkort frá Taks

Tá ið tú lesur í Føroyum kanst søkja um fríkort frá Taks, soleiðis, at fyrstu 30.000 kr. av tíni inntøku, eru skattafríar

Skal eg innlima meg í ein A-kassa í Danmark?

Í Danmark kunnu lesandi vera limir í a-kassa. Nógvir a-kassar bjóða ókeypis limaskap til lesandi undir lestrartíðini, og tú kanst soleiðis tryggja tær dagpengar, um tú verður arbeiðsleys/ur, tá ið tú ert liðug/ur at lesa. Um tú ert limur í a-kassa í longur enn 1 ár áðrenn tú ert liðug/ur at lesa, hevur tú møguleika at fáa pening frá 1. degi, tú ert arbeiðsleys/ur. Hevur tú verið limur styttri enn í 1 ár, er vanligt at fáa eitt ein mánaðaðarlangt bann, áðrenn tú fært dagpengar. 

Hetta er tískil ikki ein útreiðsla, men ein háttur at tryggja seg til eftir loknan lestur.

Fakfeløg - er tað nakað fyri lesandi?
Ja, longu sum lesandi kann ein melda seg inn í eitt fakfelag. Nógv fakfeløg skipa fyri tiltøkum, ið eru viðkomandi fyri lesandi - bæði viðvíkjandi lestrinum, men eisini gerandisdegnum. 

Set teg í samband við okkum, um tú ivast í onkrum viðvíkjandi tínum fíggjarviðurskiftum

359870

Send teldupost