Ávaring um følsk SMS-boð í Føroyum

Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum, um tú verður biðin um at upplýsa persónsupplýsingar.  Les meira um hetta á samleikin.fo/smishing.

Flytingarsløg

Tá ið tú skal gera eina flyting, eru fleiri ymiskir hættir at velja. Er talan um flyting til onnur lond enn Danmark og Grønland, er tað ein uttanlandsflyting.

Flytingar í netbankanum

Skundflyting

Flyting til og úr útheiminum

Vanlig bankaflyting

Her síggjast freistirnar fyri, nær flytingar skulu gerast, fyri at vera móttakara í hendi áðrenn ólavsøku, jól og nýggjár 2026. 

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð


Lønarflytingar 

  • Lønir skulu flytast í seinasta lagi fíggjadagin 24. juli kl. 15.30

 Vanligar flytingar 

  • Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa: Mánadagin 27. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Fríggjadagin 24. juli kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Mánadagin 27. juli kl. 11.00
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Uttanlandsflytingar 

  • Flytingar til útlond skulu vera bankanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 12.00
  • Flytingar frá útlondum skulu verða bankanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli kl. 12.00

Lønarflytingar áðrenn jól

  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: Týsdagin 22. des. kl. 15.30

 Vanligar flytingar áðrenn jól

  • Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa: Mikudagin 23. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 22. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Mikudagin 23. des. kl. 11.00
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Uttanlandsflytingar áðrenn jól

  • Flytingar til útlond áðrenn jól: Mánadagin 21. des. kl. 13.00
  • Flytingar frá útlondum áðrenn jól skulu verða bankanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. des. kl. 13.00

Lønarflytingar áðrenn nýggjár

  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: Týsdagin 29. des. kl. 15.30

Vanligar flytingar áðrenn nýggjár

  • Flyting til aðra kontu í Føroya banka: Mikudagin 30. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 29. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Mikudagin 30. des. kl. 11.00
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Uttanlandsflytingar áðrenn nýggjár

  • Flytingar til útlond áðrenn nýggjár: Mikudagin 23. des. kl. 13.00
  • Flytingar frá útlondum áðrenn nýggjár skulu verða bankanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. des. kl. 13.00