Flytingar í Netbankanum

Í Netbankanum og Netbankanum sum App kanst tú velja í millum at gear eina vanliga flyting ella skundflyting.

  • Vanlig flyting
    • Vanlig flyting til móttakara í Suðuroyar Sparikassa er á kontu beinanvegin, tú fremur flytingina. Er talan um móttakarakontu í øðrum peningastovni, er flytingin á kontu fyrstkomandi bankadag. Eftir kl. 18.30 er vanlig flyting tó á kontu hjá móttakara annan bankadag eftir, at flytingin er framd.
  • Skundflyting
    • Skundflyting er móttakaranum í hendi fá sekund eftir, at hon er gjørd. Møguligur kostnaður fyri skundflyting í Netbankanum er at finna í tænastuyvirlitinum.