Persónligt loyniorð til keyp á netinum

Frá 12. februar 2024 skalt tú umframt at nýta SMS-einnýtisloynitalið nýta eitt persónligt loyniorð fyri at kunna keypa á netinum. Hetta er fyri at økja um trygdina við keypi á netinum.

Tá ið tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli, ið nýtir 3D Secure, fert tú at verða biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar - hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið eftir tann 12. februar 2024. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnummarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi.

Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets her.

 

Tú skalt brúka Samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.

 

Tú kann lesa meira um keypa trygt á netinum her og á heimasíðuni hjá Nets her.