Brúkar tú eitt VisaDankort í Apple Pay í dag?

Dankort parturin á VisaDankortum verður nú ein møguleiki í Apple Pay!

Hevur tú longu tilmeldað títt VisaDankort til ApplePay, kanst tú taka kortið burtur úr ApplePay í Netbankanum á iPhone, og tilmelda tað aftur, fyri at bæði Visa parturin og Dankort parturin kunna brúkast í Apple Pay.

Brúkar tú ikki Apple Pay longu nú, kanst tú tilmelda títt VisaDankort til Apple Pay umvegis Netbankan á iPhone, og harvið fært tú sjálvvirkandi atgongd til bæði Visa og Dankort partin.

Les meiri um fyrimunirnar við Dankort partinum í Apple Pay á heimasíðu okkara her 

 

Tá ið tú brúkar eitt VISA/Dankort uttanríkis ella á útlendskum nethandlum, er tað VISA parturin av kortinum, sum verður brúktur. VISA parturin hevur eitt nýtsluhámark á 25.000 kr fyri hvørjar leypandi 14 dagar. Brúkar tú títt VisaDankort í Apple Pay – td keypir í einum føroyskum handli - so hevur tað higartil verið VISA parturin av VISA/Dankortinum, sum er brúktur, og tí telja keypini við í nýtsluhámarkinum. Frá 25. mars 2025 verður hetta broytt, soleiðis at í føroyskum, grønlendskum og donskum handlum og nethandlum, verður tað Dankort parturin av VISA/Dankortinum, sum verður brúktur, og harvið slepst undan at innanríkis nýtsla av VISA/Dankortinum í Apple Pay telur við í teimum leypandi 25.000 kr fyri hvørjar 14 dagar. Fert tú út í verðina at ferðast við VISA/Dankortinum, er ein fyrimunur at kortnýtslan í Føroyum ikki er farin av nýtsluhámarkinum – og tú kanst brúka meiri pengar á ferðini. Ein annar fyrimunur við broytingini er, at keypini í Føroyum, Grønlandi, Danmark og í innanríkis nethandlum, síggjast skjótari í Netbankanum, tá ið tú brúkar Apple Pay.