Fíggjarviðurskifti hjá lesandi í Danmark

Inntøka og útreiðslur, tá ið tú flytir heimanífrá

Tað er eitt stórt skifti, tá ið fer fram, tá tú flytir heimanífrá. Eitt nú fært tú nú sjálv/ur ábyrgd av tínum fíggjarviðurskiftum og harvið eisini at tryggja, at allar rokningar verða rindaðar - til tíðina. Harumframt er umráðandi, at nokk er av peningini til mat og annað, tá ið mánaðurin nærkast endanum. 

 

Tað er serliga umráðandi, at minnast til at:

  • Fáa greiðu á, hvussu nógvan pening tú hevur við eini fíggjarætlan
  •  Tað er sera umráðandi, at tú ger tær eitt yvirlit yvir, hvussu nógvur peningur kemur inn á kontuna hvønn mánaða, eitt nú SU og løn. 
  • Fáa greiðu á studningi og TAKS/SKAT, soleiðis, at hesi viðursikifti eru í lagi
  •  Føroysk lesandi hava rætt til lestrarfrádrátt og kunnu varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Les meira um hetta HER.
  • Kanna, um tú fært bústaðarískoyti (boligstøtte)

Fíggjaryvirlit

 

Byrja við at skriva inntøkurnar inn í fíggjararkið. Síðani er at finna útav, hvørjar fastar útreiðslur tú hevur: mánaðarliga, hvønn ársfjórðing og árliga.

Tá ið tú hevur yvirlit yvir útreiðslurnar, kanst tú skriva, hvussu nógv, tú brúkar uppá hvørja útreiðslu.

Størsta útreiðslan er vanliga húsaleigan, har streym-, hiti- og vatnnýtslan ikki altíð er roknað við. 

Í Danmark rindar ein Medielicens, um ein hevur sjónvarp, útvarp, teldu ella telefon við interneti (link).

 

Umráðandi er at hava tryggingar, um okkurt óhapp skuldi hent. Hetta er eisini ein útreiðsla.

 

 

Um gjørligt, er gott at leggja pening til síðis og soleiðis spara saman til at hava møguleika at hugna sær onkuntíð - ella til eitt framtíðar húsa, íbúðar- ella bilakeyp.

Tað, ið ein ofta gloymir...

 

Tryggingar 

Umráðandi er at vera tryggjað/ur, um okkurt skuldi hent: innbúgvstrygging, vanlukkutrygging og ferðatrygging. Les væl, hvat ymisku tryggingarnar innihalda. Ofta er bíligari at velja fleiri tryggingar frá sama tryggingarfelagi, so fær ein mongdaravsláttur blablabla

A-kassi (arbeiðsloysisskipan).

Í Danmark kunnu lesandi vera limir í a-kassa. Nógvir a-kassar bjóða ókeypis limaskap til lesandi undir lestrartíðini, og tú kanst soleiðis tryggja tær dagpengar, um tú verður arbeiðsleys/ur, tá ið tú ert liðug/ur at lesa. Um tú ert limur í a-kassa í longur enn 1 ár áðrenn tú ert liðug/ur at lesa, hevur tú møguleika at fáa pening frá 1. degi, tú ert arbeiðsleys/ur. Hevur tú verið limur styttri enn í 1 ár, er vanligt at fáa eitt ein mánaðaðarlangt bann, áðrenn tú fært dagpengar. 

Hetta er tískil ikki ein útreiðsla, men ein háttur at tryggja seg til eftir loknan lestur.

 

Fakfelag 

Longu sum lesandi kann ein melda seg inn í eitt fakfelag. Nógv fakfeløg skipa fyri tiltøkum, ið eru viðkomandi fyri lesandi - bæði viðvíkjandi lestrinum, men eisini gerandisdegnum.