Kjarnutrygging
Teknar tú eina Kjarnutrygging hjá okkum, gevur tú eftirsitandi betri fíggjarligt rásarúm, um so er, at tú skuldi doyð áðrenn 67 ára aldur.
- Er serliga vælegnað til ógift – sama um mann eigur børn saman, hvør sær ella eingi børn. Og til gift, ið eiga børn hvør sær.
- Verður útgoldin skattafrítt uttan um búgvið.
- Tryggingarupphædd kann teknast upp til kr. 1.000.000 fyri hvønn tryggingartakara.
- Kann teknast av øllum millum 18-49 ár - støkum, giftum ella ógiftum.
- Góðkend heilsuváttan krevst.
- Tryggingin verður útgoldin um tryggjaði doyr, áðrenn viðkomandi fyllir 67 ár.
- Møgulig skuld hjá tryggjaða í Suðuroyar Sparikassa verður mótroknað í tryggingarútgjaldinum áðrenn útgjald.
- Verður útgoldið til næsta avvarðandi, um annað ikki er tilskilað.
Seg teg í samband við okkum