Oddi heldur føðingardag

Dagurin í Marghøllini í Vági verður hildin 18. mars frá kl.16.00 til kl. 19.00.

Umframt Odda vitjar Klovnurin BUBU eisini frá kl.17.00

Oddi bjóðar vaflur, kaffi, te og saft ókeypis.

 

Børnini hava møguleika at tekna og eisini verður møguleiki at royna hoppiborgirnar.

 

 

Á Torginum í SMS verður dagurin hildin tann 21. mars frá kl.12.00 til kl.16.00.

Umframt Odda vitja eisini Trøllapætur, omman og langomman frá kl.14.00

 

Børnini sleppa at leita eftir diamantum í sandkassa og fiska í fiskibrunninum. Eisini verður møguleiki at tekna.

 

Øll børnini, sum koma í føðingardagarnar, fáa ballón og ein gávuposa frá Odda.