Suðuroyar Sparikassi og H71 hava longt stuðulssamstarvið

Vit í Suðuroyar Sparikassa fegnast um at hava longt stuðulsavtaluna enn einaferð. H71 er eitt felag við nýhugsan, og teirra miðvísa ungdómsarbeiði sæst aftur – bæði í heimligu kappingini, U-landsliðshøpi og ikki minst hjá A- landsliðnum hjá kvinnunum og monnum, har H71 eigur stóran part av leikarunum, sum nú fara at kappast til HM og EM komandi tíðina.

Anna Dam, forkvinna í H71, fegnast um trúgva og drúgva stuðulin frá Suðuroyar Sparikassa, har stuðulin er vaksin saman við felagnum. Tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava støðugar stuðlar, sum eru við at tryggja fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum soleiðis, at vit framhaldandi kunnu tryggja børnum og ungum í Hoyvik eitt munagott frítíðartilboð. Eisini er stuðulin við til at stuðla undir, at vit kunnu  kappast í oddinum í føroyskum hondbólti og ár um ár luttaka í Europa Cup.

 

Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja H71 eitt gott kappingarár og góða eydnu í framhaldandi menningini av felagnum.