Freistir fyri Kristi himmalferðardag
Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.
Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:
- Uttanlandsflytingar í Netbankanum: Mikudagin 28. mai kl. 12.00
- Lønarflytingar: Týsdagin 27. mai kl. 15.30
- Vanlig flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa: Mikudagin 28. mai kl. 18.30
- Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 27. mai kl. 18.30
- Flyting sama dag til konto í øðrum peningastovni: Mikudag 28. mai kl. 11.45
Skundflytingar kunnu altíð gerast og koma á kontu hjá móttakara beinanvegin.
Deildir okkara hava stongt Kristi himmarferðardag. Vit lata upp aftur fríggjamorgunin 30. mai kl. 9.30.