Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

Í gjár lækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar sínar rentu. Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25 %-stigum.

• Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,25 %-stigum.

Broytingarnar koma í gildi 16. apríl 2025.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi