Suðuroyar Sparikassi havt regluliga vitjan av Fíggjareftirlitinum

Í september 2024 var Fíggjareftirlitið á regluligari eftirlitsvitjan í Suðuroyar Sparikassa, har øll høvuðsøkini vórðu kannaði.

Í samband við vitjanina hevur Suðuroyar Sparikassi fingið nøkur boð (påbud) um at broyta ymisk viðurskifti. Hesi snúgva seg í stóran mun um at dagføra politikkir og mannagongdir, umframt at tryggja skilnað millum váða- og complianceøkið og onnur øki, soleiðis at áhugamálsstríð ikki uppstendur.

Fíggjareftirlitið gjøgnumgekk 62 útlán, sum eru 22 % av samlaðu útlánunum, og niðurskrivaði 0,2% av teimum samlaðu útlánum, umframt at Fíggjareftirlitið hækkaði leiðslumetingina av niðurskrivingini  0,2% orsakað av modelótryggleika. Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin við 0,7 % - upp í 11,5 %: 0,2 % fyri rakstrarváða og 0,5 % fyri veikar kundar yvir 2 % av basiskapitalinum.

Samanumtikið er Suðuroyar Sparikassi vælnøgdur við vitjanina, og frágreiðingin er tikin til eftirtektar, og hevur longu framt kravdu krøvini”, sigur Søren Bruhn, stjóri. Hann leggur afturat, at “Vit liva longu upp til øll kapiallógarkrøv. Arbeiðið at styrkja kapitalin er í gongd, soleiðis at vit liva upp til kapitalkrøvini í stresstestini  í 2027”.

 Eru spurningar til frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum, kunnu teir setast  Søren L. Bruhn, stjóra, á tlf 239872 ella á  soren@ss.fo.

 

 

Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum sæst her.