Suðuroyar Sparikassi 4,5 mió. kr. í avlopi

Ársúrslitið í 2024 eftir skatt var 4,5 mió. kr. Øktar útreiðslur í sambandi við KT og niðurskrivingar ávirkaðu í stóran mun úrslitið. Í 2023 var úrslitið 6,1 mió. kr., sum í stóran mun var merkt av kursvinningi.

 

“Vit eru nøgd við ársúrslitið í 2024. Í 2025 hava vit góðar vónir til realkreditt, og fyri flestu kundar er realkredittfígging tað besta lánið til bústaðarfígging. Væntaða ársúrslitið fyri 2025 er 4,5 mió. kr. áðrenn skatt”, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Ársroknskapurin 2024 í stuttum

  • Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 5,4 mió. kr. samanborið við 7,4 mió. kr. í 2023
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 9,4 mió. kr. samanborið við 10,8 mió. kr. í 2023.
  • Útlánini hækkaðu úr 599 mió. kr. í 2023 til 602 mió. kr. svarandi til eina hækking á 0,5%.
  • Realkredittlánini hækkaðu við 7,0%.
  • Innlánini hækkaðu úr 693 mió. kr. í 2023 til 758 mió. kr. svarandi til eina hækking á 9,4%.
  • Solvensurin var 25,0% og solvenstørvurin 10,7%.

 

Suðuroyar Sparikassi hevði aðalfund í gjár, 3. mars 2025. Hans Petur Joensen og Jákup S. Olsen vórðu afturvaldir. Suðuroyargrunnurin tilnevndi aftur Onnu Borg Dahl sum nevndarlim.

Tak ársfrásøgnina niður her.

 

Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo