Ert tú okkara nýggi kundaráðgevi á deildini í Havn?

Høvuðsuppgávur
Veita privatkundum eina góða tænastu og ráðgeving, við fokusi á kundan. Tú fært ábyrgdina av tínum egnu kundum og luttekur harumframt saman við starvsfeløgum í dagliga arbeiðinum á deildini.

Førleikakrøv
Gjarna peningastovnsútbúgving, AFR ella líknandi útbúgving.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og gert tær ómak. Tær dámar væl at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at fullføra eitt arbeiði.

Upplýsingar um starvið

Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Símun Samuelsen, bólkaleiðara, á telefon 239843 ella á simun@ss.fo.

Starvið verður at seta skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum skal sendast til Símun Samuelsen á simun@ss.fo.

Umsóknarfreistin er 15. august 2025.