Ársaðalfundur 3. mars 2025

Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi tórsdagin 27. februar 2025 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin 24. februar 2025.

Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna her og í deildum felagsins.

Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna her og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mánadagin 3. mars 2025 kl. 13.00.