Nýtt starvsfólk á fyrisitingini
2. februar 2026 byrjar Dánjal Godtfred í starvi í fyrisitingini í Suðuroyar Sparikassa. Dánjal varð liðugur við cand.merc.aud.-útbúgvingina frá CBS á sumri 2025, og hevur starvast sum grannskoðari hjá NUMO seinastu árini.
