Kursrætting ísv. gjaldskortnýtslu uttanlands 21-25. juli
Sært tú eina bóking á tínum kontuavriti, ið eitur “Kursrætting sí ss.fo/tidindi”, er tað tí, at tú hevur brúkt gjaldskort títt uttanlands ella á útlendskari heimasíðu dagarnar millum 21. juli og 25. juli.
Hesar dagar varð gjaldoyrakursurin hjá okkum og nógvum øðrum peningastovnunum eitt vet seinkaður orsakað av teimum kursdátum, ið vórðu givnar.
Upphæddirnar, ið hetta snýr seg um, eru í høvuðsheitum lægri enn 1 kr. hvørja ferð, tú hevur nýtt kortið, men sjálvsagt skal rætt vera rætt, og tí hava vit afturført ta upphædd, ið tú hevur rindað ov nógv í samband við hetta. Tað snýr seg einans um tær upphæddirnar, har bókingin eitur “Kursrætting sí ss.fo/tidindi”.
Legg til merkis, at vit hava samlað avrokningina undir einari bóking, tí annars høvdu nakrir kundar havt sera nógvar bókingar, hóast samlaða upphæddin er nakrar fáar krónur. Hetta er í teimum førum, at kundin hevur brúkt kortið ofta.
Vit harmast villuna, og hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við kundaráðgeva tín.