Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa er metstórt – tó við nuansum

Hálvársúrslitið 2025 vísir eitt úrslit á 4,5 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 3,1 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.

Hetta er besta hálvársúrslit nakrantíð mált í absoluttum tølum. og tað er væl meira enn 1 mió. kr. hægri enn hálvársúrslitið 2024. Úrslitið er tó merkt av nuansum: Framgongdin er í høvuðsheitum orsakað av tveimum viðurskiftum, ið ikki benda á ein vøkstur annars:

  • Niðurskrivingarnar eru lækkaðar við 1.474 tkr. - úr 1.349 tkr. niður í 124 tkr.
  • Virðisjavnan var eitt avlop upp á 758 tkr. samanborið við 63 tkr. í fjør.

Hækking í bæði inn- og útlánum
Útlánini hækkaðu úr 606 mió  kr.  upp í 619 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur á 13 mió. kr. ella 2,1 %. Fyrra hálvár lækkaði realkredittfíggingin tó við  2,2 %, men áhugin fyri realkreditt er kyknaður aftur.

Innlánini vóru 831 mió. kr. sammett við 752 mió. kr.  sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 79 mió. kr. ella 9,6 %.

Eginkapitalurin er øktur úr 75,4 mio. kr. upp í 80,5. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør. 

Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 24,6 % samanborið við 24,2 % í 2024. Lyklatalið fyri gjaldførið var 940 % í mun til lógarkravið á 100 %.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, sigur: “Eg eri nøgdur við fyrra hálvár 2025. Hóast tað góða úrslitið er orsakað av lægri niðurskrivingum og hægri virðisjavnan, tí rentustøðið ávirkar okkara grundrakstur nógv, so eru vit errin av úrslitinum, nú heimsbúskapurin er merktur av stórari óvissu og ótryggleika. Vit vænta, at seinna hálvár 2025 verður sera spennandi, tí áhugin fyri bæði banka- og serliga realkredittfígging er vaksandi.

 

Hálvársfrágreiðingin finst her og spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.