MobilePay væntandi klárt í summar
Føroysku peningastovnarnir eru júst vorðnir kunnaðir um, at MobilePay-loysnin til Føroya tekur longri tíð at menna enn væntað. Nýggjastu boðini frá Vipps MobilePay eru, at tænastan helst verður klár og tøk at brúka í Føroyum í summar. Vipps MobilePay skal brúka komandi tíðina til at gera neyðugu tillagingarnar, so tað fer at bera til at brúka væl umtóktu appina í Føroyum. Kunnað verður nærri, tá ið ein ítøkilig tíðarætlan er klár.