Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
17. oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum.
Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar:
- Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 %-stigum.
- Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum.
Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.
Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo