Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi. Hetta var fyrstu ferð, at Fíggjareftirlitið er í bankanum á eftirlitisvitjan innan hvítvaskøkið.
Fíggjareftirlitið metir, at váðin fyri, at Suðuroyar Sparikassi verður nýttur til hvítvask og fígging av yvirgangsvirksemið, er miðal-høgur. Hetta er sami váði, sum bankin hevur í síni váðameting, og er sama váðastøði, ið bankar, sum Suðuroyar Sparikassi kann sammetast við, hevur.
Fíggjareftirlitið hevur álagt Suðuroyar Sparikassa at endurskoða politikkir innan hvítvaskøkið soleiðis, at teir samsvara enn meira við váðametingina, og at javnan dagføra kundakunnleikan. Síðani eftirlitisvitjanina er nýggj skipan tikin í nýtslu, har kundakunnleikin javnan verður dagførdur – hetta ger, at kundar eitt nú fáa boð í netbankan, har teir verða spurdir um bankasambandið við okkum. Harumframt er mannagongdin broytt fyri viðgerð av fráboðanum, soleiðis at tað klárt og týðiligt framgongur, hvat verður gjørt.
Suðuroyar Sparikassi tekur frágreiðingina til eftirtektar og neyðugu tillagingarnar eru longur settar í verk.
Frágreiðingin frá Fíggjareftirlitinum sæst her.
Eru spurningar til frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum, kunnu teir setast Søren L. Bruhn, stjóra, á tlf 239872 ella á soren@ss.fo.