Nýtt starvsfólk á fyrisitingini
1. februar 2024 byrjar Durita Kjærbo í nýggjum starvi á fyrisitingini í Suðuroyar Sparikassa. Durita byrjaði sum bankanæmingur í Suðuroyar Sparikassa í 2011, hevur síðani 2013 starvast sum kundaráðgevi og hevur eisini tikið Akademiútbúgving í fíggjarligari ráðgeving (HD 1. part). Umframt hetta er Durita forkvinna í YTF, sum er yrkisfelag hjá tryggingarfeløgum, fíggjarstovnum og KT-fyritøkum í Føroyum.