Ársaðalfundur 11. mars 2024
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi tórsdagin 7. mars 2024 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin 4. mars 2024.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna her og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna her og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mánadagin 11. mars 2024 kl. 13.00.