Ert tú okkara nýggja starvsfólk í fyrisitingini?
Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum banka, har fokus er á kundan og trivnað í nærumhvørvinum?
Suðuroyar Sparikassi søkir eftir starvsfólki til fyrisitingina í Vági at starvast fulla tíð.
Lýsing av starvsøki
Vit leita eftir starvsfólki til fyrisitingina við vitan innan fleiri øki. Tú fært ein lyklaleiklut í at tryggja, at m.a. okkara bókhald og lønarumsiting er í tráð við galdandi krøv og lóggávu, umframt aðrar uppgávur innan fyrisitingina.
Ábyrgdarøki at byrja við
• Handfaring av roknskaparligum uppgávum, t.d. bókhaldi og avstemman
• Lønarumsiting, íroknað útrokning av løn, innlatingar og samskifti við viðkomandi myndugleikar
Aðrar uppgávur, ið liggja á deildini og sum tú við tíðini kemur at arbeiða við, eru
•Marknaðarføring, gjaldførisstýring, íløgur, DPO, kredit-kontroll, compliance og váðastýring
Førleikar
• Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur
• Ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og dámar væl at taka ábyrgd
• Tað er ein fyrimunur, um tú hevur ein bachelor innan fígging, roknskap ella líknandi, um ikki so er tað ein fortreyt at tú ert áhugað/ur at byrja eina bachelor innan nevndu økir
• Royndir við roknskapi og bókhaldi
• Kunnleika til lønarumsiting og viðkomandi lóggávu
Vit bjóða tær
• Eitt umhvørvi, har tú hevur møguleika fyri persónligari og fakligari menning
• Ein týðandi leiklut í menningini av og framgongdini hjá Suðuroyar Sparikassa
• Møguleika fyri at arbeiða innan ymisk øki av bankafyrisiting
• Ymiskar aðrar fyrimunir, t.d. fleksiblar arbeiðstíðir, tryggingar o.a.
Umsókn
Umsóknin við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum, skal sendast til Tummas Erling Djurhuus, fyrisitingarstjóra.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tummas Erling Djurhuus á tlf.: 239876 ella á t-post: tummas@ss.fo
Umsóknarfreistin er 1. desember 2023.
Starvsbyrjan verður eftir avtalu.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.