Ert tú okkara nýggja móttøkufólk?
Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einum banka, har kundin er í fokus?
Suðuroyar Sparikassi søkir eftir móttøkufólki til deildina í Vági fulla tíð.
Høvuðsuppgávur
At veita kundum framúr góða tænastu og ráðgeving, og harumframt luttaka í dagliga arbeiðinum á deildini.
Førleikakrøv
Dreymaprofilurin er tænastusinnað/ur. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og dámar væl at taka ábyrgd.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving ella royndir frá tænastuvinnu, men tað er ikki eitt krav.
Vit bjóða
Eitt starv, har tú fært møguleika at gera mun fyri Suðuroyar Sparikassa og kundar okkara.
Starvið verður sett frá 1. september, ella eftir nærri avtalu.
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Óla Samuelsen, deildarleiðara, á 239874 ella peturoli@ss.fo.
Umsókn
Umsókn skal sendast til Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, FO-900 Vágur,
móttakari Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari, ella til peturoli@ss.fo.
Umsóknarfreistin er 16. juni 2023.